Persónsupplýsingar
babyboom.fo viðger persónsupplýsingar eftir persónsdatalógini. Upplýsingar sum kunnu knýtast til teg sum persón, verða ikki givnir til aðrar fyritøkur.
Gjaldskortupplýsingar
Tá tú keypir frá babyboom.fo, verða upplýsingar um gjaldskortið viðgjørdir hjá QuickPay, sum er ein trygg gjaldsloysn fyri online gjaldingar. Upplýsingar um kortið verður viðgjørt eftir krøvum frá peningastovnunum og Nets/Teller.
Privatlívspolitikkur
Føroyska persónuspplýsingarlógin og tilhoyrandi kunngerðir, og The General Data Protection Regulations (GDPR), ið umfatar alt ES, hava sum endamál at verja og betra um rættindini hjá tí skrásetta. Hendan verjan umfatar verju av persónsupplýsingum, verju móti ólógligari viðgerð av persónsupplýsingum og verju móti óavmarkaðum flutningi av persónsupplýsingum millum ES-lond. Viðmerkjast skal, at GDPR umfatar ikki upplýsingar, ið longu eru almennar.
Sambandsfrymlar
Við at útfylla sambandsfrymilin við tínum upplýsingum, gevur tú loyvi, at hendan heimasíða kann nýta hesar upplýsingar til, at svara spurningum, tilboðum ella øðrum slagi av fyrispurningum, sum fylgir endamálinum hjá frymilinum.
Vanliga verður spurgt eftir: teldupostbústaði, fornavni, eftirnavni, og telefonnummari.
Tilfar frá øðrum heimasíðum (embed)
Greinar á hesi heimasíðu kunnu innihalda tilfar frá øðrum síðum ella veitara (t.d. filmar, myndir, greinar, osfr.). Tilfar frá hesum heimasíðum uppførir seg á sama hátt, sum var tann vitjandi á hesum síðum.
Hesar heimasíður kunnu heinta upplýsingar um teg, brúka farspor, brúka sporing (tracking) frá triðjaparti, og hyggja eftir hvussu tú brúkar teirra tilfar á hesi síðu. Umframt hetta at spora hvussu tú nýtir teirra tilfar, á hesi síðu, um tú hevur ein brúkara, ella er innritaður á teirra heimasíðu.
Greining (analytics)
Google Analytics er ein netgreiningatænasta, sum er útvega av Google Inc. (“Google”). Google brúkar upplýsingar ið teir savna, at spora og greina brúkið av hesi heimasíðu, fyri at gera frágreiðingar um hendingar á síðuni, og deila tær við aðrar Google tænastur.
Google kann brúka hesar upplýsingar, at síggja samanhang og persónliggera lýsingar á sínum egna lýsingarplatformi.
Persónligir upplýsingar ið teir kunnu savna: Farspor og upplýsingar um brúk.
Facebook “Dáma”-knøttur og “Social Widgets” (Facebook, Inc. )
Facebook “Dáma”-knøtturin og “Social Widgets” eru tænastur, ið loyva samanspæl í millum hesa heimasíðu og sosiala miðilin hjá Facebook Inc.
Persónligir upplýsingar sum teir kunnu savna: Farspor og upplýsingar um brúkbrúksmynstur.
Hvussu leingi vit hava tínar upplýsingar
Um tú skrivar eina viðmerking, verður viðmerkingin og tað metadata, ið hoyrir til goymd í óavmarkaða tíð. Hetta er av teirri grund, at vit kunnu kenna brúkaran aftur og vátta øllum eftirfylgjandi viðmerkingum sjálvvirkandi, í staðin fyri at hava eina kø av viðmerkingum, sum skulu eftirhyggjast.
Fyri tey ið skráseta seg, sum brúkara á okkara heimasíðu (um møgulleiki er til tað), goyma vit teir persónligu upplýsingar, sum tey geva á teirra vanga. Allir brúkarar kunnu síggja, broyta og strika sínar persónligu upplýsingar til eina og hvørja tíð (undantikið at broyta brúkaranavn). Umsitararnir av heimasíðuni kunnu eisini síggja og broyta hesar upplýsingar.
Hvønn rætt hevur tú yvir tínar upplýsingar
Um tú hevur ein brúkara á hesari heimasíðuni, ella hevur skrivað viðmerkingar, kanst tú umbiða at fáa tínar upplýsingar útvegaðar. Tú kanst eisini umbiða, at vit strika allar upplýsingar vit hava um teg. Hetta er tó ikki í rokna teir upplýsingar, ið vit eru forplikta at goyma, fyri umsitingar-, lógar- ella trygdarávum.
Tíni rættindi sum skrásettur
Tá vit hava tínar persónsupplýsingar í varðveiðslu ella í viðgerð, hevur tú sum skrásettur altíð hesi rættindi:
- Rætt til atgongd – Tú hevur altíð rætt til, at fáa avrit av teimum upplýsingum, ið vit hava um teg.
- Rætt at rætta – Tú hevur rætt til, at fáa rættað tær dátur, ið eru skeivar ella ófullfíggjaðar
- Rætt at verða gloymdur – Tú hevur undir ávísum umstøðum, rætt til at biðja um at tær persónsupplýsingar, ið vit hava um teg, skulu verða strikaðar.
- Rætt at avmarkað viðgerð – Undir ávísum umstøðum hevur tú rætt til, at seta avmarkingar fyri hvussu tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
- Rætt til flyting av dáta – Tú hevur rætt til, at biðja um at tínar upplýsingar verða fluttar til annan veitara/felagsskap.
- Rætt at mótmæla – Í ávísum førum hevur tú rætt til, at mótmæla, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar ( millum annað til beinleiðis marknaðarføring “direct marketing”).
- Rætt at mótmæla móti sjálvvirkandi viðgerð – Tú hevur rætt til at mótmæla í móti, at tínar persónsupplýsingar eru fyri sjálvvirkandi viðgerð, ið verður nýtt til avgerðir, sum snúgva seg um teg ella til profilering av tær.