Keypstreytir

Kostnaður
Allir prísir eru í donskum krónum (DKK).
MVG er íroknað kostnaðinum.

Gjald
Gjalding skal rindast stundisliga, vøran verður ikki útflýggja áðrenn goldið er.

Útflýggjan
Vit veita dygdargóða tænastu, har vit útflýggja vøruna innan 2-3 gerandisdagar, um vøran er á goymslu.

Heintan av vørum
Velur tú at heinta vørurnar sjálv/ur, senda vit tær eini sms boð tá ið vøran er klár at heinta.
Keypir tú vørur í nethandlinum og velur at heinta tær sjálv/ur, skalt tú heinta tær í seinasta lagið innan 3 mánaðir. Um vørurnar ikki eru heintaðar innan hesa freist, verður keypið mett sum strikað. Ì slíkum førum verður gjaldið ikki endurgoldið
Endurgjaldskrav
Er villa ella misskiljing komin í, skal tað boðast frá innan 3 gerandisdagar. Skaðatilburður undir flutning skal boðast bráfeingis til sjálva flutningstænastuna. Gevið gætur! Ikki vátta fyri móttøku av vøru, um pakkaða vøran hevur fingið skaða. Boðað okkum frá stundisliga.

Umbýting
Einans vøra ið er innsigla, kann býtast um, innan 12 dagar, um innpakkingin er óskalað. Keypari skal hava váttan við, tá vøran skal býtast um.
Vøran skal ikki hava ligið í beinleiðis sólarljós, og hava ligið ov heitt ella kalt. Um vøran skal sendast, rindar keypari kostnað fyri porto.


Endurgjald í samband við vøruflutning

1. Um tú velur at senda vøruna, tá tú letur hana inn aftur, betalur tú allan flutningskostnað fyri at lata vøruna innaftur.

2. Um tú valdi at vøran skuldi sendast, tá tú keypti hana, verður okkara útreiðsla fyri postgjald á 72 kr. ikki endurgoldið, um tú letur vøruna innaftur.


Tilboðs- og útsøluvøra kann ikki býtast um.
Fyrivarni verður tikið fyri møguligum prís-, tøppingar og/ella stavivillum.
Back to blog