Skip to product information
1 of 14

Fillikid

Leon Tricycle Grøn

Leon Tricycle Grøn

Vanligur prísur 1.829,00 DKK
Vanligur prísur Útsølu prísur 1.829,00 DKK
Útsøla Útselt
við mvg

Við tríhjólinum „Leon“ kunnu tú og barnið njóta framúrskarandi komfort og stórt frælsi á øllum útferðum. Smarta 2-í-1 sniðið sameinir fyrimunirnar við einum barnavogni og einum tríhjóli og lagar seg eftir tørvinum hjá barninum – frá hugnaligari hvíld til sjálvstøðugan súkklutúr.

Ein serligur fyrimunur er 360° snúningssetrið, sum ger tað lætt at venda barninum bæði frameftir og móti tær. Soleiðis kanst tú altíð hava eyga við barninum, ella lata tað forvitnið kanna umhvørvið. Setrið kann leggjast aftur í báðar ættir, sum gevur eyka komfort – perfekt til ein lítlan steðg ella ein lúr á túrinum.

Við hæddarstillanligu stýristongini kanst tú laga tríhjólið eftir tíni hædd og fáa eina behagiliga koyristøðu. Samstundis tryggjar innbygda fríhjólaskipanin í bæði pedalum og stýri størri trygd. Barnið kann sjálvt trampa og stýra, meðan tú sum vaksin altíð hevur tamarhald á kósini.

Fyri enn størri komfort hevur tríhjólið eina útdragiliga fóthvílu, sum gevur barninum eina avslappaða sitistøðu – serliga á longri túrum. Stillanligi sólskermurin verjir barnið móti sól og vindi, meðan læsandi framhjólið tryggjar størri støðufesti á ymiskum undirlagi.

Innbygdi kopphaldarin ger tríhjólið til ein fullkomnan ferðafylgjara. Tá ið tríhjólið skal goymast ella flytast, kann „Leon“ leggjast saman til eina smidliga eind – praktiskt í bilinum, heima ella á ferð.

Hvørt tú ert í býnum, í parkini ella úti á túri, gevur tríhjólið „Leon“ tær frælsi og fleksibilitet í gerandisdegnum, meðan barnið fær komfort, trygd og nógva súkklugleði.

Vørueginleikar:

  • 360° snúningssetri – kann vendast bæði frameftir og móti tær
  • Setrið kann leggjast aftur í báðar ættir
  • Hæddarstillanlig stýristong
  • Fríhjólaskipan í pedalum og stýri – tú hevur altíð tamarhald á kósini
  • Útdragilig fóthvíla fyri eyka komfort
  • Stillanligur sólskermur, sum verjir móti sól og veðri
  • Læsandi framhjól fyri størri støðufesti
  • Innbygdur kopphaldari
  • Kann leggjast saman og fyllir lítið
  • Sterk og haldfør bygging
  • Ber upp til 25 kg

Mát:

  • Uppsett: uml. 78 × 48 × 75–100 cm
  • Samansett: uml. 78 × 48 × 40 cm
Sí meira kunninh